Sálmabók

651c. Tíðin rennur sum streymur í á

Trúarlífið - Endalok lífs og eilíft líf

1 Tíðin rennur sum streymur í á, títt munnu bylgjurnar falla; lítlum báti rekist eg á, áraleysur at kalla. 2 Hvør ein løta og hvør ein stund at stóra fossinum dregur; treingist mítt hjarta, tyngist mín lund, hvar er úr neyðini vegur? 3 Hvør hevur vinur vilja og mátt at bjarga mær til landa? Allir teir eru á líkan hátt staddir sum eg í vanda. 4 Ein hevur vinurin vilja og mátt at bjarga mær frá grandi; Jesus kann føra mín lítla bát trygt at himnasandi. 5 Tíðin rennur sum streymur í á fram í Harrans navni! Lítlum báti eri eg á, - himnastrond fyri stavni.


T Fríðrikur Petersen 1892
L

Uppáhalds sálmar

Under Construction